
Í kvøld okkara tíð hittast amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin í amerikanska statinum Alaska.
Vónin hjá amerikanska forsetanum er at koma nærri einari friðaravtalu millum Russland og Ukraina.
Fundurin verður í Anchorage, sum er størsti býur í Alaska, á eini hernaðarstøð frá Kalda Krígnum.
Sambært upplýsingum frá Hvítu Húsunum hittast Trump og Putin klokkan 11 lokala tíð, sum er klokkan 20 føroyska tíð, skrivar Ritzau.
Hetta er fyrstu ferð, at Trump og Putin hittast andlit til andlits síðan 2019, og hetta er eisini fyrstu ferð, at Putin fer til eitt vestanland, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj er ikki boðin við á fundin, men gongst væl í dag, ætlar Trump at skipa fyri enn einum fundi, har Zelenskyj verður boðin við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald