Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu og amerikanski forsetin, Donald Trump hittast í dag í Florida.
Fyrr í hesum mánaðinum boðaði Netanyahu frá, at hann var boðin til USA at tosa um støðuna í Gaza, og Hvítu Húsini upplýsa fyri tíðindastovuni AFP, at teir báðir hittast klokkan 13 lokala tíð, sum er klokkan 18 føroyska tíð.
Sambært talsfólki hjá ísraelsku stjórnini skulu teir báðir umrøða næsta stig av vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 10. oktober.
Síðan vápnahvíldin kom í gildi, hava tó framvegis verið álop, og báðir partar hava lagt hin undir at bróta vápnahvíldina.
Sum liður í vápnahvíldini skal Ísrael taka herdeildir sínar úr Gaza, og Hamas skal avvápnast og ongan leiklut hava í einum framtíðarstýri av Gaza.
Hetta verður fimtu ferð í ár, at Trump og Netanyahu hittast, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald