
Tað verður 100 prosent ein tollavtala gjørd millum USA og ES, men tað skal vera ein rættvís avtala.
Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sum hósdagin hevði vitjan av italska forsætisráðharranum, Giorgia Meloni.
Meloni er eisini vís í, at ein avtala verður gjørd.
– Eg eri vís í at vit kunnu gera eina avtalu, og eg eri her fyri at hjálpa við tí, segði hon hósdagin og legði afturat, at hon var ikki farin til USA, um hon ikki helt, at landið var ein álítandi samstarvsfelagi.
Italski leiðarin hevur funnist at amerikanska forsetanum fyri at leggja ætlanir um at leggja 20 prosent í tolli omaná vørur úr ES. Annars hava hon og Trump havt gott samband. Trump hevur lýst hana sum "ein fantastiskur leiðari", og eisini var hon, sum einasti stjórnarleiðari úr ES, boðin við til innsetanina hjá Trump 20. januar.
Italskir miðlar skriva at vitjanin hjá Meloni m.a. hevur til endamáls at slóða fyri einum fundi millum Trump og Ursulu von der Leyen, sum er forkvinna í ES-nevndini.
Trump heldur, at tað fer at bera til at gera eina avtalu við ES, og undir vitjanini hjá Meloni segði hann eisini, at hann metti, at tað fór at bera til at gera eina avtalu við Kina eisini.
– Eg haldi, at vit fara at gera eina sera góða avtalu við Kina.
Kina og USA hava fleiri ferðir hækkað tollin á vørur hjá hvørjumøðrum, sum nú er omanfyri 100 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald