
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj eigur ikki at leypa á russiska høvuðsstaðin Moskva.
Tað sigur amerikanski forsetin Donald Trump, eftir at keldur hava sagt við Finacial Times, at Trump í telefonsamrøðu við Zelenskyj hevur spurt hann, um tað ber til at leypa á Moskva, skrivar Ritzau.
Les eisini: Keldur: Trump spurt Zelenskyj, um hann kann leypa á Moskva
Sambært tveimum keldum skal Trump í telefonsamrøðu 4. juli hava spurt Zelenskyj, um hann kann raka bæði Moskva og Sankta Pæturborg. Til hetta skal Zelenskyj hava svarað, at tað ber til, um USA gevur ukrainum vápnini.
Tá Trump týsdagin varð spurdur, um Zelenskyj átti at framt eitt álop á russiska høvuðsstaðin, svaraði hann:
– Nei, hann burdi ikki lopið á Moskva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald