
Í august hittust amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin í amerikanska statinum Alaska, og í næstum hevur Trump ætlanir um enn ein fund við Putin.
Tað verður væntandi í ungarska høvuðsstaðnum Budapest innan tvær vikur, sigur hann.
Á fundinum skulu teir umrøða, um til ber at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.
Fráboðanin um nýggja fundin kemur, eftir at Trump og Putin tosaðu í telefon saman í gjár. Sambært Ritzau tosaðu teir báðir saman í yvir tveir tímar.
Jurij Usjakov, ráðgevi hjá Putin sigur, at fundurin millum Trump og Putin kann verða hildin ein av komandi døgunum. Sjálvur sigur Trump, at tað í komandi viku verður fundur millum umboð fyri USA og Russland, og eftir hetta verður fundurin millum forsetarnar.
Fleiri samráðingar hava verið millum Russland og Ukraina, men eingin friðaravtala er komin burturúr. Heldur ikki kom nakað burturúr fundinum í Alaska í summur. Roynt varð at skipa fyri fundi millum Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, men tað eydnaðist ikki. Trump sigur seg tó vera bjartskygdan eftir samrøðuna við Putin hósdagin.
– Eg haldi, at stór framstig vórðu gjørd við dagsins telefonsamrøðu, sigur hann.
Trump skal í dag hitta Zelenskyj at umrøða m.a. stuðul til Ukraina.
Dagførd kl. 9.05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald