Uttanlands

Trump: Lat Donbas verða býtt millum Russland og Ukraina

Økið eigur at verða býtt, soleiðis sum tað er nú, og so kunnu Russland og Ukraina samráðast um tað seinni, sigur amerikanski forsetin – Í løtuni hevur Russland ræðið á meginpartinum av økinum, sum umfatar landslutirnir Donetsk og Luhansk

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-10-20 14:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Donbas-økið í eystara parti av Ukraina eigur fyribils at verða býtt millum Ukraina og Russland, soleiðis sum tað er í løtuni og so mugu londini samráðast um eina loysn eftirfylgjandi.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump við journalistar í nátt okkara tíð.

Herfólkini skulu fara heim og steðga við at drepa, segði hann sambært Ritzau.

Donbas-økið er gjørt upp av landslutunum Donetsk og Luhansk, og Russland hevur í løtuni ræðið á meginpartinum av økinum.

Málið varð tó sambært ameirkanska forsetanum ikki umrøtt á fundinum við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj fríggjadagin.

Keldur siga annars við miðilin Financial Times, sum siga, at støðan bleiv sera spent millum teir báðar forsetanar, og at teir endaðu við at rópa eftir hvørjum øðrum. Eisini siga keldurnar, at Trump skal hava hildið fast við, at Zelenskyj eigur at geva russum alt Donbas-økið.

Trump segði tó við journalistar, at økið eigur at verða býtt, soleiðis, sum tað er nú.

– Eg haldi, at 78 prosent av økinum longu er tikið av Russlandi. Lat tað vera, sum tað er beint nú. Tey kunnu samráðast seinni.

Hósdagin boðaði Trump frá, at hann og russiski forsetin, Vladimir Putin skjótt skulu hittast í ungarska høvuðsstaðnum Budapest. Zelenskyj sigur, at hann eisini er til reiðar at luttaka, um hann verður boðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder