
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur stevnt stóra amerikanska blaðnum, The New York Times, fyri 15 milliardir dollarar, svarandi til 95 milliardir krónur, fyri bakbit og ærumeiðing.
Hesum boðar hann frá á sosiala miðili sínum, Truth Social, skrivar dr.dk.
Forsetin sigur, at New York Times er “eitt av teimum ringastu og mest degenereraðu bløðunum í landsins søgu”. Hann skrivar eisini, at miðilin er vorðin eitt “tykisligt málgagn fyri tann víðgongda vinstraveingin”.
Trump skuldsetir eisini blaðið fyri at lúgva um hann, familjuna, hansara virksemi og MAGA rørsluna – og um USA í síni heils.
- The New York Times hevur alt ov leingi sloppið at lúgva, spilla út og niðra meg. Tað skal støðgast nú.
Málið er meldað í Florida, leggur Trump afturat. New York Times hevur ikki gjørt viðmerkingarnar til rættarsóknina, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald