Uttanlands

Trump: Komi við týðandi fráboðan um Russland mánadagin

Amerikanski forsetin finst at russiska forsetanum og umhugsar at seta ´verk fleiri revsitiltøk móti Russlandi

Amerikanski forsrtin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsrtin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-07-12 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump fer helst at koma við einari týðanid fráboðan um Russland mánadagin.

Tað sigur hann í samrøðu við NBC News.

– Eg eri vónbrotin av Russlandi, men vit fáa at síggja, hvat hendir komandi vikurnar, segði amerikanski forsetin m.a. uttan at greiða nærri frá, hvat fráboðanin snýr seg um.

Á stjórnarfundi týsdagin finst Trump at russiska forsetanum, Vladimir Putin, og segði, at tað ikki vóru gjørd nóg stór framstig í arbiðnum móti friði í Ukraina.

– Vit fáa eina rúgvu av møsni frá Putin, segði hann.

Samstundis váttaði ameirkanski forsetin, at hann umhugsar at seta í verk fleiri revsitiltøk móti Russlandi.

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sigur, sambært altjóða miðlum, at tey bíða eftir fráboðanini hjá Trump mánadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder