Uttanlands

Trump innstillar Todd Blanche til løgmálaráðharra

Hann skal fyrst góðkennast av senatinum áðrenn tilnevningin fær gildi

Todd Blanche (Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix)

Todd Blanche (Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-09 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tilnevndi mánadagin formelt Todd Blanche til sessin sum løgmálaráðharra.

Hetta framgongur í eini fráboðan út Hvítu Húsunum, ið hava sent tilnevningina víðari til Senatið, ið skal góðkenna tilnevningina.

51 ára gamli Todd Blance, hevur fyrr verið persónligi advokaturin hjá Donald Trump, og hevur virkað fyribils sum løgmálaráðharri eftir at táverandi ráðkvinnan, Pam Bondi, varð koyrd úr starvinum. Nú vil forsetin hava, at maðurin, sum fyrr hevur hjálpt honum í rættarmálum ímóti sær, gerst fastur í starvinum sum løgmálaráðharri.

Tað eru nakrir dagar síðani, at forsetin boðaði frá, at hann var sinnaður at innstilla Todd Blance í embætið.

Tilnevningin er sambært Reuters ein álitisváttan til Blanche, eftir at løgmálaráðið mátti gevast við ætlanunum um at stovna ein serligan grunn við næstan 1,8 milliardum dollarum – svarandi til umleið 11,7 milliardir krónur.

Skattafíggjaði grunnurin var ætlaður fólkum, sum Trump heldur eru útsett fyri politiskari forfylging undir fyrrverandi forsetanum, Joe Biden.

Uppskoti møtti harðari mótstøðu frá bæði demokratum og republikanarum, og stórur partur av hesi mótstøðuni varð vend móti júst Todd Blanche.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder