Fríggjadagin varð boðað frá, at Iran hevði sent USA nýtt uppskot til friðaravtalu, men amerikanski forsetin, Donald Trump er ikki nøgdur við tað.
Tað segði hann við journalistar fríggjadagin.
– Í løtuni eri eg ikki nøgdur við tað, sum tey bjóða, segði hann sambært Ritzau og legði afturat:
– Iran biður um ting, sum ikki kunnu gangast á møti.
Hvat stendur í uppskotinum, sum var latið amerikanarum umvegis meklarar í Pakistan hósdagin, er ikki greitt.
Iran og USA hava verið í kríggið síðan 28. februar. Partarnir hittust til samráðingar í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad í apríl, men síðan er einki komið burturúr.
Boðað varð frá, at samráðingarnar skuldu takast uppaftur í síðstu viku, men so varð ikki. Síðani er vápnahvíldin millum USA og Iran longd í óásetta tíð.
Mikudagin segði amerikanski forsetin, at Iran var komið langt í samráðingunum, men at eingin avtala kundi gerast, uttan so at landið droppar sína kjarnorkuætlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald