Starvsfólk í amerikansku verjuni hava fingið eina góða orsøk til at gleða seg til jólini.
Í eini røðu til tjóðina í gjár boðaði Donald Trump, forseti, frá, at øll starvssett í herinum fáa eina peningagávu fram móti jólum.
1.776 dollarar – tað er 11.300 krónur – eru á veg til hvørt fólk í herinum, segði Trump.
1766 er árið, tá USA varð sett á stovn sum sjálvstøðug tjóð, og gávan skal eisini fatast sum partur av hátíðarhaldinum næsta ár í sambandi við at tjóðin verður 250 ár.
Umleið hálvonnur millión starvssett í herinum fáa kekkin áðrenn jól.
Um upphæddin fyri hvørt fólk verður faldað upp við fólk í herinum, so endar jólagávan hjá Trump við at kosta amerikanska statskassanum 2,58 milliardir dollarar – tað er 16,4 milliardir krónur, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald