Uttanlands

Trump hóttir bretar við tolli

Amerikanski forsetin, sum í komandi viku fær vitjan av bretska konginum, vil hava Stórabretland at droppa eitt tøkniavgjald, sum kom í gildi í 2020, og sum rakar amerikanskar tøknirisar sum Apple og Meta

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-04-25 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um Stórabretland ikki droppar tøkniavgjaldið á fyritøkur sum Apple, Google og Meta, fer USA at svara aftur við stórum tollavgjaldi, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

– Droppa tit ikki avgjaldið, fara vit helst at áleggja stórt tollavgjald á Stórabretland.

Tað var í 2020, at bretar settu eitt talgilt avgjald á tvey prosent í gildi. Bæði Trump og undanmaður hansara, Joe Biden hava funnist at tí.

Í komandi viku vitjar bretski Charles kongur í Stórabretlandi, og sambært Trump kann Charles kongur hjálpa við at bøta um sambandið millum USA og Stórabretland, skrivar Ritzau.

Seinastu tíðina hevur Trump m.a. funnist at bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer fyri ikki at hjálpa USA og Ísrael í krígnum móti Iran.

Charles kongur fer til USA mánadagin, har hann skal vitja í fýra dagar. Hetta er fyrsta statsvitjanin hjá Charles kongi í USA. Við honum kemur Camilla drotning, og síðani fer bretski kongurin einsamallur víðari til Bermuda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder