Amerikanski forsetin fer í nátt, mikukvøld lokala tíð, at halda eina røðu fyri amerikansku tjóðini, har hann fer at koma við týðandi boðum um Iran.
Tað skrivar talskvinnan hjá Hvítu húsunum, Karoline Leavitt, í einum boðum á X.
- Hyggið: Í annaðkvøld klokkan 21 fer Trump forseti at halda eina røðu fyri tjóðini fyri at koma við einum týðandi boðum um Iran, skrivaði Karoline Leavitt.
Røðan verður hildin í nátt klokkan 02 okkara tíð.
Ikki verður sagt meira um, hvat røðan hjá forsetanum fer at snúgva seg um, skrivar Ritzau.
USA og Ísrael byrjaðu fyrstu hernaðarligu álopini á Iran 28. februar. Sambært Trump hendi tað fyri at forða fyri, at Iran fekk kjarnorkuvápn og rakettir, ið kundu raka USA.
Ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei ayatollah, var millum tey fyrstu, sum lótu lív í álopunum.
Síðan er sonurin, Mojtaba Khamenei, vorðin leiðari í prestastýrinum, sum er ovasta leiðsla í landinum.
Iran svaraði aftur við at leypa á mál ymsastaðni í Miðeystri við rakettum og dronum.
Í gjár segði Trump, at USA fór at gera enda á krígnum í Iran innan fyri tvær til tríggjar vikur. Orðini fullu, tá Trump, sambært AFP tíðindastovuni, varð spurdur nærri um avleiðingarnar av hækkandi oljuprísunum orsaka av krígnum.
- Alt eg kann gera er at rýma úr Iran. Og tað fara vit at gera skjótt, og so lækka prísirnir aftur.
- Men vit gera arbeiðið liðugt, og eg rokni við, at amerikanskar herdeildir innan fyri tvær vikur – kanska tveir dagar – rýma úr økinum aftur, segði Donald Trump, sambært AFP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald