Tollurin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði frá fríggjadagin, verður hækkaður úr 10 prosent upp í 15 prosent, skrivar Trump á Truth Social.
Frígjadagin avgjørdi amerikanski hægstirætturin, at tollurin, sum Trump setti í gildi í fjør, var ólógligur, og boðaði Trump tí frá, at hann fór at royna aðrar møguleikar fyri at leggja toll á útlendskar vørur.
Í fjør brúkti Trump lógina International Emergency Economic Powers (IEEPA), sum er gjørd til neyðstøður, at leggja toll á vørur úr øllum øðrum londum. Hægstirætturin metti tó ikki, at lógin gevur forsetanum heimild at áseta hægri tollgjøld.
Trump segði tó fríggjadagin, at aðrir møguleikar vóru fyri at leggja toll á útlendskar vørur. Sipað verður til eina lóg, sum gevur Trump møguleika at leggja upp í 15 prosent toll í upp í 150 dagar, um stjórir trupulleikar eru við gjaldsjavnanum. Hetta er tó ikki galdandi fyri allar vørur.
Trump sigur, at tollurin á 15 prosent kemur í gildi alt fyri eitt.
Áður fráboðaði tollurin á tíggju prosent skuldi annars fyrst koma í gildi 24. februar og vera galdandi í 150 dagar.
Ávísar vørur vóru undantiknar tollinum á tíggju prosent, og tað er ógreitt, um tollurin á 15 prosent umfatar allar vørur, skrivar Ritzau.
Les eisini: Trump: Tollur á 10 prosent lagdur á vørur úr øllum londum frá 24. februar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald