
Amerikanski forsetin, Donald Trump umhugsar, um inntøkurnar frá nýggja tollinum á vørur, sum eru innfluttar úr útlondum, skulu latast amerikanska fólkinum.
– Eg vil siga, at fólk við miðal- ella láinntøku kunnu fáa eitt útgjald, segði amerikanski forsetin, áðrenn hann í nátt fór umborð á forsetaflogfarið Air Force One.
Tað var í apríl, at tollurin varð lagdur fram á tíðindafundi í Washington, og síðani er tollurin útsettur fleiri ferðir, inntil hann kom í gildi í august.
Trump hevur hildið uppá, at øktu tollgjøldini fara at økja um inntøkurnar til amerikanska statskassan við fleiri milliardum dollarum, og hann heldur, at hetta fer at fáa útlendskar fyritøkur at flyta framleiðsluna til USA fyri at sleppa undan tolli.
Búskaparfrøðingar hava tó ávarað um, at tollurin at enda kann økja um bæði inflasjónina og brúkaraprísirnir á innfluttar vørur, og hetta sæst longu nú á vørum sum eitt nú teldur, ítróttaútgerð, bøkur og leikur, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald