Uttanlands

Trump finst at BRIKS-londumum og hóttir við eyka tolli

BRIKS-londini siga í felags fráboðan, at tey eru stúrin um tollin hjá Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-07-07 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum er hittast londini í BRIKS-samstarvinum á toppfundi í Rio de Janeiro í Brasil, og sunnukvøldið søgdu limalondini m.a. í felags fráboðan, at tey eru stúrin um tað, sum tey rópa "eintáttað tollavgjøld", sum ikki samsvara við ásetingarnar hjá Heimshandilssfelagsskapinum (WTO).

Her varð sipað til tollin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump ætlar at leggja á innfluttar vørur.

Í apríl boðaði Trump frá, at einum grundtollur á 10 prosent á vørur úr øllum londum, og at hægri tollur varð lagdur á vørur úr ávísum londum. Síðstnevndi tollurin varð seinni útsettur og stendur í løtuni til at fara í gildi 1. august.

Les eisini: Tollurin galdandi frá 1. august

Fráboðanin hjá BRIKS-londunum fall ikki í góða jørð hjá Trump, sum á sosiala miðlinum Truth Social rópar BRIKS-londini antiamerikonsk. Samstundis hóttir hann við at leggja tíggju prosent afturat í tolli á vørur úr londum, sum stuðla politikkinum hjá BRIKS-londunum, skriva altjóða miðlar.

BRIKS-samstarvið, sum varð stovnað í 2009, eitur eftir teimum fimm stóru londunum, Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika, men síðan BRIKS varð sett á stovn, men seinasta árið eru Egyptaland, Etiopia, Indonesia, Iran, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini eisini komin uppí.

Tey 11 londini í samstarvinum umboða umleið 40 prosent av altjóða bruttutjóðarúrtøkuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder