placeholder
Uttanlands

Trump fingið staðfest korona

Amerikanski forsetin váttar á Twitter, at bæði hann og konan, Melania eru smittað og eru farin í sóttarhald

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-10-02 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin Donald Trump og forsetafrúan Melania Trump hava bæði fingið staðfest korona. Tað váttar Donald Trump á Twitter.

Tey bæði eru vorðin kannað eftir at ein ráðgevi hjá Trump, Hope Hicks, sum m.a. hevði flogið við forsetanum til orðaskiftið í Cleveland, og sum eisini var við honum á veljarafundi í Minnesota, varð vorðin illa fyri og síðani kannað.

Hope Hicks hevur eisini fingið staðfest korona, skriva fleiri miðlar.

Forsetahjúnini eru nú farin í sóttarhald.

USA er tað landið í heiminum, sum hevur staðfest flest smittutilburðir og flest andlát í sambandi við koronasmittuna.

Sambært Worldometers.info hevur USA skrásett fleiri enn sjey mió. tilburðir og fleiri enn 200.000 andlát.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder