Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur fast við, at USA hevur tørv á Grønlandi eftir fundin í Hvítu Húsunum seinnapartin í gjár, har danski uttanríkismálaráðharrin og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum hittu amerikanska varaforsetan og uttanríkismálaráðharran.
– Vit fáa at síggja, hvat hendir, men vit hava tørv á tí (Grønlandi, red.), segði Trump á tíðindafundi á skrivstovu síni í gjárkvøldið sambært Ritzau.
Trump legði afturat, at USA og Danmark hava eitt gott samband, og heldur hann, at okkurt fer at henda.
– Trupulleikin er, at Danmark ikki kann gera nakað, um Russland ella Kina vilja hertaka Grønland, men USA kann gera nakað. Tað sá mann í farnu viku við Venesuela, segði amerikanski forsetin.
– Eg kann ikki líta á, at Danmark er ført fyri at verja segsjálvt, sigur hann.
Les eisini: Løkke: Grønlendingar høvdu sagt nei til eitt tilboð frá Trump
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald