Amerikanski forsetin, Donald Trump, biður nú starvsbróður sín í Ísrael um at náða ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, frá øllum skuldsetingum um mutur.
Í einum brævi til Isaac Herzog, forseta, biður Trump hann um at náða Netanyahu, sum er ákærdur fyri mutur, svik og álitisbrot í trimum ymiskum revsimálum.
Trump kallar rættarmálið móti Netanyahu fyri eina “politiskt motiveraða, órættvísa ákæru”.
“Hóast eg fult virði sjálvstøðuna hjá ísraelsku rættarskipanini og krøvini hjá henni, so haldi eg, at hetta ‘málið’ móti Bibi (kelinavnið hjá Netanyahu, red.), sum hevur stríðst við mína lið leingi..., er ein politisk motiverað og órættvís ákæra”, stendur í brævinum.
Netanyahu hevur umfatandi ákærur um mutur hangandi yvir sær, og Trump hevur fleiri ferðir fyrr biðið um, at náði verður víst hansara góða vini.
Sambært The Jerusalem Post hevur Herzog takkað Trump fyri áheitanina.
Forsetaskrivatovan hjá Herzog sigur í einum svari, at “forsetin hevur stóra virðing fyri Trump, forseta, og hansara stuðuli til Ísrael, stóra íkastinum í royndunum at leyslata gíslarnar og verjuni og trygdini hjá Ísrael”.
Skrivstovan leggur tó afturat:
“Tá hetta er sagt, sum forsetin eisini fleiri ferðir hevur gjørt treitt, so skulu allar umbønir um náði sendast inn sum formlig áheitan sambært galdandi mannagongdum”, skrivar finska kringvarpið, Yle, við Reuters um keldu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald