
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sendi í gjár brøv út til fleiri lond fyri at boða frá, at hann hevur ásett nýggjar tollsatsir fyri innflutning av vørum úr hesum londum.
Talan hesaferð er um londini Brasil, Filipsoyggjar, Sri Lanka, Brunei, Algier, Libya, Irak og Moldavia.
Brøvini vórðu kunngjørd á sosiala miðlinum hjá forsetanum, Truth Social.
Sambært brøvunum fáa Algier, Libya, Sri Lanka og Irak nýggjar tollsatsir á 30 prosent, Brunei og Moldavia 25 prosent og Filipsoyggjar 20 prosent.
Seinni kunngjørdi Trump eisini eitt bræv til Brasil, har landið verður hótt við einum tolli upp á heili 50 prosent frá 1. august at galda.
Í brævinum kunngerð Trump stuðul til fyrrverandi brasilska forsetan, Jair Bolsonaro, og kallaði rættarmálið móti honum fyri eina heksajakt. Í brævinum til núverandi forsetan, Luiz Inácio Lula da Silva, skrivar Trump, at rættargongdin ikki átti at verið gjøgnumførd.
Lula da Silva svaraði aftur á X, at “Brasil er ein sjálvstøðug tjóð við óheftum stovnum, sum ikki góðtaka nakra íblanding uttanífrá”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald