Uttanlands

Trump: Amerikanska uppskotið er ikki eitt endaligt tilboð

Amerikanski forsetin vísir ikki aftur, at broytingar kunnu gerast í friðarætlanini, sum skal fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og aðrir evropeiskir leiðarar á vitjan hjá ameirkanska forsetanum, Donald Trump í Hvítu Húsunum fyrr í ár (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og aðrir evropeiskir leiðarar á vitjan hjá ameirkanska forsetanum, Donald Trump í Hvítu Húsunum fyrr í ár (Mynd: EPA)

2025-11-23 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska uppskotið til eina friðarætlan er ikki eitt endaligt tilboð.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, tá hann í gjár varð spurdur av journalistum um friðarætlanina við 28 punktum, sum m.a. leggur upp til, at Ukraina skal geva frá sær landaøki og minka um talið á herfólki.

– Vit royna at fáa ein enda á tí (krígnum, red.). Á ein ella annan hátt noyðast vit at fáa ein enda á tí, sigur hann sambært Ritzau.

Les eisini: Miðlar: Hetta stendur í friðarætlanini hjá Trump

Í dag er fundast umboð fyri USA og Ukraina í sveisiska býnum Geneve. M.a. amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio og serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff luttaka. Eisini væntast fleiri evropeisk embætisfólk at luttaka.

Les eisini: Ukraina og USA hittast í Sveis

Fleiri evropeiskir leiðarar hava lagt dent á, at amerikanska uppskotið kann vera grundarlag undir samráðingum millum Rusland og Ukraina, men at tað krevur meira arbeiði.

Sambært núverandi uppskotinum kann Russland varðveita umleið 20 prosent av Ukraina og fáa eftirlíkað fleiri krøv, og sambært ukrainskum stuðlum er hetta at løna Russlandi fyri at hava gjørt innrás í grannalandið.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur m.a. sagt, at hann fer at koma við einum "alternativi". Sambært Zelenskyj stendur Ukriana yvir fyri einum torførum vali millum at missa virðing ella møguliga missa ein týðandi samstarvsfelaga.

Ukraina hevur fram til hósdagin í komandi viku at koma við einum svari til amerikanska uppskotið.

– Dámar honum (Zelenskyj, red.) tað ikki, ja so mugu tey halda fram at berjast, segði Trump við journalistar.

– Einaferð noyðist hann at góðtaka okkurt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder