
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kundi fingið enda á krígnum í Ukraina í stundini, um hann vildi. Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, í einum uppslagi á Truth Social.
Sambært Trump kemur tað ikki upp á tal, at Ukraina fær Krim hálvoynna aftur, sum Russland hertók í 2014. Trump leggur afturat, at Ukraina heldur ikki kann gerast partur av Nato verjusamgonguni.
Zelenskyj og Trump hittast á fundi í Washington seinni í dag. Á fundinum er ætlanin at tosa um, hvussu friður fæst í Ukraina. Eisini fleiri aðrir evropeiskir leiðarar vera við á fundinum.
Les: Zelenskyj hevur dyggan stuðul við til Washington
Ógvusligur bumbubrestur í Kharkiv
Samstundis, sum fundarvirksemið gongur fyri seg til tess at fáa enda á krígnum í Ukraina, so fella tað framvegis bumbur í landinum.
Russland hevur í nátt framt álop á býin Kharkiv í eystara parti av Ukraina, einar 30 kilometrar frá russiska markinum. Ein rakett rakti eitt bústaðarøki, og trý fólk lótu lýv, eitt teirra var eitt tvey ára gamalt barn. Harumframt fingu 17 fólk skaða, skriva eitt nú AP og Reuters.
Bresturin frá rakettini var so sterkur, av fleiri túsund vindeygu vórðu blást inn og nógvar íbúðir ár um leiðir fingu størri skaðar.
Borgarstjórin í Kharkiv hevur skrivað á Telegram, at ein kvinna er bjargað undan húsaleivdunum, men at vandi er fyri, at fleiri liggja undir, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald