Stríðið í og kring Hormuzsundið, sum letur upp og aftur hvørt um annað, heldur fram.
USA og Iran skulu møguliga undir friðarsamráðingar í Pakistan í næstu viku, men í kvøld boðar amerikanski forsetin frá, at eitt amerikanskt krígsskip í dag hevur lopið á eitt iranskt farmaskip.
Talan skal vera um stóra bingjuskipið, Touska, sum er "næstan 900 føtur til longdar og vigar upp ímóti tí, sum einn flogberi ger".
Hetta skrivar Donald Trump í øllum førum á sínum egna sosiala miðli, Truth Social. Tað er eisini nakað, sum millum annað danska TV2 endurgevur.
Amerikanski forsetin vil vera við, at stóra iranska skipið royndi at sleppa framvið tí avbyrgjan, sum amerikanski flotin hevur við Hormuzsundið. Hetta gekst tó ikki væl.
Touska varð tarnað - hetta við at eitt hol varð sprongt inn í maskinrúmið.
Tíðindini eru ikki endaliga váttaði í øllum altjóða miðlunum ella av iranskum myndugleikum. Men sambært Donald Trump er iranska bingjuskipið í amerikanskari varðveitslu nú. - Vit hava fult tamarhald á skipinum og kanna, júst hvat er umborð , skrivar Trump.
Sí eisini: Hava skotið eftir fleiri skipum í Hormuzsundinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald