Uttanlands

Trump: - USA er í dag ‘hottasta’ landið í heiminum

Donald Trump helt seg til handritið, tá hann helt røðu fyri bretakongi í gjárkvøldið

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2025-09-18 07:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein óvanlig útgáva av amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum í gjárkvøldið helt røðu fyri bretska Charles kongi og Camillu drotning og 160 fínum gestum undir døgurðanum á Windsor slottinum, skrivar Danmarks Radio.

Amerikanski forsetin helt seg til handritið, virkaði róligur, og rósti vertunum við rósi og hálovan.

Trump segði, at onnur statsvitjanin hansara í Bretlandi var “ein av størstu heiðrunum í hansara lívi” og hálovaði samstundis tætta og søguliga sambandinum millum tjóðirnar báðar.

Forsetin vendi fleiri ferður aftur til “bindingina” millum Stórabretland og USA. Og um hesi “heilt serligu viðurskifti” segði hann, at sæð frá amerikanskari síðu, er orðið “serligt” ikki heilt dekkandi.

- Eg havi stóra virðing fyri Tygum og Tygara landi, segði Trump, og vendi sær móti Charles kongi.

[object Object](Mynd: EPA)

Rósti familjuni

Forsetin tók sær eisini tíð til at rósa arkitekturinum á kongsborgini, og hann kallaði William prins fyri ein “einastandandi” son og viðmerkti, at Kate prinsessa, sær “strálandi” frísk út eftir viðgerðina fyri krabbamein.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein amerikanskur forseti á øðrum sinni er á statsvitjan í Stórabretlandi.

Kanska var hetta eisini seinastu ferð, skemtaði Trump.

- Tað vóni eg faktisk, segði hann, og gestirnir flentu.

Í røðuni var eisini ein farri av vælkenda, sjálvrósandi Trump. Eitt nú segði forsetin, at hann hevur gjørt USA til “tað hottasta landið í heiminum”, síðan hann vendi aftur til embætið.

- Fyri einum ári síðani høvdu vit eitt ógvuliga sjúkt land. Í dag haldi eg, at vit eru tað hottasta landið í heiminum, segði Trump.

Kongur fagnaði sambandinum

Áðrenn Trump helt røðu, var tað Charles kongur, ið hevði orðið. Og eisini kongur vísti á sterku sambondini millum USA og Bretland.

- Okkara vólk hava stríðst og latið lív saman fyri teimum virðum, ið eru okkum kær, segði hann.

Uttan at nevna ávís kríggj, hvørki í Ukraina ella Miðeystri, rósti Charles kongur forsetanum fyri sjálvur at fara inn í trupulleikan og “finna loysnir á nøkrum av heimsins mest óloysandi ósemjum”.

Kongur legði eisini dent á, at Stórabretland og USA í dag hava tey tættastu verjusambondini nakrantíð.

- Í dag, nú harðræði hóttir Evropa, standa vit og okkara sameindu saman um at stuðla Ukraina fyri at forða fyri ágangi og fyri at tryggja friði, segði hann í røðuni.

Uttan fyri borgmúrarnar var lagið ikki eins hátíðarligt. Ikki øll eru so glað fyri vitjanina hjá amerikanska forsetanum, og í gjár fóru fólk í túsundatali út á gøturnar í London fyri at mótmæla statsvitjanini.

Vitjanin heldur fram í dag, har ein vitjan hjá Keir Starmer, forsætisráðharra er á skránni.

Kelda: Danmarks Radio

[object Object](Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder