- Tíðin rennir út. Tit hava 48 tímar, áðrenn "helviti brestir á" (all hell will reign down)
Tað er ikki hissini ávaring, sum Donald Trump seinnapartin hevur sent Iran. Hetta við boðum á egna sosiala miðli hansara Truth Social.
Síðani kríggið brast á, er hetta helst ógvusligasta hótanin.
Sí eisini: ST: Vandi fyri størri kríggi
Amerikanski forsetin hevur givið Iran eina tíggju-daga freist til at gera eina avtalu við USA ella at lata sentrala Hormuzsundið upp.
Hendan freistin er síðani longd. Tað var fyri einari stórari viku síðani. Hon gongur út beint eftir midnátt mánadagin okkara tíð.
Sì eisini: 40 lond krevja at Hormzsundið letur uppaftur
Júst hvat hóttanin inniber, er ikki greitt. Men umfatandi álop frá USA kunnu helst væntast í Iran, um ikki okkurt hendir innanfyri smá tvey samdøgur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald