Innanlands

Trump: - Eitt ríkisrættarmál fer at skapa meira spjaðing og vreiði í samfelagnum

Forsetin segði í gjár, at hetta er láturligt, og at hann ikki verður koyrdur úr sessinum komandi vikuna. Hetta var í samband við eina vitjan við múrin til Meksiko

Donald Trump heitti á Joe Biden at hugsa seg um, tí eitt ríkisrættarmál kann í seinasta enda skaða komandi forsetan (Mynd: EPA)

Donald Trump heitti á Joe Biden at hugsa seg um, tí eitt ríkisrættarmál kann í seinasta enda skaða komandi forsetan (Mynd: EPA)

2021-01-13 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nú ein vika, til Joe Biden tekur yvir fyri Donald Trump sum forseti í USA. Síðani valið tíðliga í november í fjør hevur sitandi forseti tosað nógv um valsvik, og sakarmál hava verið í ymskum statum, tó uttan úrslit.

Tá kongressin í seinastu viku skuldu góðkenna valúrslitið, gjørdist ófriður uttanfyri og inni í Capitol Hill. Trump-stuðlar komu inn í ríkisbygningin, og síðani hendingina hava nógv í demokratiska flokkinum kravt Trump frá umgangandi fyri at hava birt til ófrið, arbeitt hevur verið fyri hesum. Orsøkin er, at fleiri meta, at tað er ótrygt, at republikanski forsetin verður sitandi til 20. januar, hóast hann hevur gjørt greitt, at tað fer at fara friðarliga fyri seg. Hetta hava umboð í repblikanska flokkinum eisini gjørt vart við, og meiriluti er í umboðsmannatinginum fyri at reisa mál.

Heitt hevur verið á varaforsetan, Mike Pence, um at gera sær dælt av 25. ískoytinum í amerikonsku grundlógini, sum ongantíð hevur verið brúkt áður. Til hetta er neyðugt, at hava varaforsetan við, og hetta kann gera, at forsetin verður koyrdur frá, av tí at hann ikki er førur fyri at røkja embætið. Pence hevur tó gjørt greitt, at hetta ikki verður til nakað - nú tvær ferðir. Tilgongdin at fáa Donald Trump frá "uppá hin mátan" er eisini farin í gongd.

Les eisini: 
Fyrireika nú rikisrættartilgongdina
Undirtøkan fyr Donald Trump er minkandi


Hetta heldur sitandi forsetin sjálvandi lítið um. Tá Donald Trump í gjár vitjaði í sunnara parti av Texas við ein part av múrinum við markið til Meksiko, segði hann við miðlarnar, at hetta var láturligt og enn ein partur av størstu politsku heksajaktini nakrantíð. 74-ára gamli forsetin ávaraði komandi forsetan um, at ein tilgongd við ríkisrættarmáli fer at skaða Joe Biden meira enn hann sjálvan:    

- Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Vit skulu ikki ígjøgnum hetta. Tað fer at skapa meira pínu og spjaðing í samfelagnum. Serliga í hesi viðkvomu tíð.

700 kilometrar av hegni og múri eru gjørd við markið millum Meksiko og USA, ið er 3000 kilometrar til longdar. Donald Trump vísti á, at júst í hesum økinum - Rio Grande Valley - er smugling av rúsevnum minkað við 80 prosentum, og hann hevur saman við meksikanska forsetanum fingið forðað nógvum óligiligum kring markið. Trump segði seg vóna, at Joe Biden fór at broyta meining og byggja víðari, ið komandi forsetin hevur gjørt greitt, at hann als onga ætlanir hevur um at gera 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder