Mentan

Trúboðin steðgar við blaðútgávu

Næsta útgávan verður tann seinasta sum prentað blað. Framyvir verður Trúboðin á netinum

(Mynd: Kvf.fo)

(Mynd: Kvf.fo)

2018-10-13 15:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Trúboðin fer ikki longur at koma út sum blað. Ístaðin fer málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini bara at koma út á netinum, og nýggj heimasíða kemur fyrst í november.

Tað hevur høvuðsstýrið hjá heimamissiónini gjørt av, skrivar trubodin.fo.

- Høvuðsstýrið metir, at hetta er neyðugt til tess at náa menniskjum, har tey eru, við tí kristna boðskapinum.

Símun Persson Jacobsen, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini sigur við Trúboðan, at høvuðssorsøkin er at miðilin skal røkka fólki, har tey eru.

– Eitt er, at Trúboðin seinnu árini hevur verið í fíggjarliga tungum sjógvi, men høvuðsorsøkin fyri hesum nýbroti er tann, at vit hugsa meira ítøkiliga um at náa menniskjum, har tey eru, eins og okkara motto sigur. Og fólkið er í alstóran mun á alnetinum í dag, sigur hann.

– Vit standa yvir fyri einum veldigum møguleika í mun til núverandi støðu, har vit við Trúboðanum bert koma út 14. hvønn dag. Á netinum eru vit alla tíðina, og um onkur hevur saknað dagligt kristiligt tilfar frá okkara síðu – so kemur tað nú, sigur Símun Persson Jacobsen.

Og hóast minkandi áhuga fyri miðlum á prenti, vissar formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini um, at tað ikki er ein neyðloysn at flyta á netið.

– Nei, hetta er sanniliga ikki ein neyðloysn, men eg vil heldur kalla tað fyri eina neyðuga loysn. Vit vilja vera skjótari og nærri fólkinum. Tankin er at fáa fólk inn á heimasíðuna hvønn dag, júst sum tú fert inn á aðrar portalar sum til dømis vp.fo ella portal.fo, so fert tú inn á trubodin.fo. Á tann hátt miðja vit eftir at vera ein partur av tí dagligu heimasíðuvitjanini, sum fólk vanliga gera sær, sigur Símun Persson Jacobsen við trubodin.fo.

Trúboðin er komin út síðani juli 1943.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder