Norska sjóverjuskipið KV Jan Mayen kom í morgun á Skálafjørðin.
Skipið skal gera venjingar í Føroyum saman við donsku sjóverjutyrluni, upplýsir uttanríkistænastan í Tinganesi, sum eisini upplýsir at skipið hevur fingið diplomatisk loyvi at virka í føroyskum sjóveldi hesa komandi tíðina.
Jan Mayen er eitt rættiliga nýtt og væl útgjørt sjóverjuskip. Tað varð sett í tænastu í 2003. Hetta er tað fyrsta av trimum sjóverjuskipum í hesum skipsflokkinum, sum nú verður nevndur ‚Jan Mayen-klassen’. Hini skipini eru KV Bjørnøya og KV Hopen, sum komu í tænastu í ávikavist 2023 og 2024.
Jan Mayen er 136,4 metrar long og 21,4 metrar breið. Ferðin er upp í 22 knob. Skipið er útgjørt til at klára seg í átta vikur til havs uttan bunkring, og er eisini styrkt til at klára seg í ísi upp til 120 sentimetrar – polarklassi 6.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald