Uttanlands

Troels Kløvedal deyður

Danski ævintýrarin og rithøvundurin gjørdist 75 ár

2018-12-24 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski ævintýrarin og rithøvundurin Troels Kølvedal, kendur fyri sínar mongu siglitúrar, er deyður, 75 ár.

Tað upplýsti sonur hansara, Mikkel Beha, fyri Politiken í gjár. Hann doyði fyrrapartin tollaksmessudag heima á garði sínum í Gravlev á Djurslandi saman við børnum sínum og konuni, Else Marie, skrivar Ritzau.

Í 1967 keypti Troels Kløvedal saman við nøkrum vinfólkum seglskipið ”Nordkaparen” við teirri ætlan, at sigla kring knøttin, fyri við egnum eygum at síggja, um alt, sum tey lósu um í bløðunum var satt.

Eisini setti hann sær fyri, at hava so nógv fólk sum møguligt við sær á ferðini, og um ósemja var um, hvørja kós tey skuldu taka, so var tað tann, ið vildi sigla longst, sum fekk rætt.

Millum 800 og 900 fólk hava síðan verið við á ferðini hjá ”Nordkaperen”.

Troels Kløvedal varð raktur av ólekiligu nervasjúkuni als og lungnasjúkuni bronkiektasi í 2015.

Sambært Mikkel Beha valdi Troels Kløvedal at enda at doyggja. Uttan hjálp av heilivági. Hann gavst bar at liva, skrivar Politikken í samrøðu við sonin.

- Hann tók avgerð um at støðga hjartanum. Hann segði fyri tveimum døgum síðani við Else Marie, konuna, at nú var tíðin komin at fara. Og so lat hann eyguni aftur. Og nú fyrrapartin, støðgaði hjartað, segði Mikkel Beha við Politiken í gjár.

Troels Kløvedal var giftur fýra ferðir og hevði fimm børn. Trý teirra hava valt eina lívsleið innan fjølmiðlarnar.

Tað liggur kanska í familjuni. Tvey av systkjunum hjá Trolels Kløvedal eru kend miðlafólk, útvarpsverturin og rithøvundurin Hanne Reintoft og fyrrverandi sjónvarpsstjórin í DR, Bjørn Erichsen.

Troels Kløvedal skrivaði fyrstu bók sína um sínar nógvu túrar í 1978. Tað var bókin ”Kærlighed, kildevandet ... og det blå ocean". Við sjálvævisøguni ”Den tynde hud” frá 1994 prógvaði Troels Kløvedal, at hann eisini kundi skriva annað enn ferðafrágreiðingar. Í fjør komu endurminningarnar ”Alle mine morgener på jorden” har hann fagnar lívinum og fortelur um hvussu sjúkurnar hava ávirkað lív hansara.

Hóast Kløvedal ikki var kommunistur, eins og kendu systkin hansara, so fylti kollektiva hugsanin nógv í lívi hansara. Hinvegin kendi hann tað sum ein sera stórur heiður, tá hann varð biðin um at skriva 500 ára longu søguna hjá donsku marinuni.

Góðu forteljarakynstrini og søguliga vitanin vóru eisini grundarlagið í hansara bókum, sjónvarpsrøðum og óteljandi nógvu fyrilestrunum gjøgnum lívið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder