placeholder
Mentan

Tríggjar “Cazador de Ostras”-konsertir í desember

Teitur framførir saman við orkestri í Norðurlandahúsinum, Listastovuni og Tøting

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-05 12:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Her í desember verða fleiri møguleikar at uppliva fólkakæra sangaran, Teit Lassen framføra í Føroyum. Ikki færri enn tríggjar konsertur eru at velja ímillum.

Teitur framførir sangir av nýggju útgávuni “Cazador de Ostras”, sum varð útgivin 3. september í ár, og eisini nakrar av teimum kendu, saman við bólki.

“Cazador de Ostras” fevnir um nýtt tilfar á føroyskum og enskum. Fløgan varð innspæld í Føroyum og Argentina og hetta hevur skapt eina undurfulla ljódliga samanrenning av Føroyum og Latínamerika.  

Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 9. desember kl. 20, í Listastovuni í Miðvági fríggjakvøldið 10. desember kl. 20.30 og í Tøting í Syðrugøtu leygarkvøldið 11. desember kl. 20.30

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder