Innanlands

Tríggir ungir dreingir stjólu bil: Ein teirra skuldsettur fyri at koyra uttan koyrikort

Tað endaði sum ferðsluóhapp tá tríggir dreingir millum jól og nýggjár stjólu ein vøruvogn og fóru av vegnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-09 07:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í mun til hvussu illa bilurin fór, so kundi tað verið verri, sigur løgreglan um ferðsluóhappið, sum hendi 29. desember á Oyggjavegnum sunnanfyri Lambafelli.

Tað vóru tríggir dreingir, sum høvdu stolið ein vøruvogn hjá byggifyritøku á einum bústaði og vóru farnir niðan á Oyggjarvegin at koyra. Nakað eftir midnátt hetta kvøldið koyrdu teir útav vegnum og bilurin fór rættiliga illa.

Løgreglan metir seg vita hvør hevur koyrt bilin, og skuldsetti í gjár ein av dreingjunum fyri at koyra bil uttan koyrikort.

Onkur av dreingjunum fekk okkurt smávegis brot av hendingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder