Mentan

Tríggir toppar á søguligum botni

Nýggi leikurin, “Portrettið” eftir Jóanes Nielsen, verður frumframførdur 13. november

2021-10-21 10:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust í Klaksvík, meðan læknastríðið leikaði harðast á?

"Portrettið" er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr – men við søguligum botni – pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum. Ein ferð í ongamannalandi, har dreymarnir ferðast frítt og tíðin er upployst. Millum himmal og jørð, list og vinnulív, fortíð og framtíð, skemt, álvara, lív og deyða. 

[object Object]

Í nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen uppliva vit tríggjar mastodontar innan føroyskt vinnu-, átrúnaðar- og mentanarlív frá einum heilt nýggjum og óvanligum sjónarhorni.

Leikurin fer fram í spenninum millum tað søguliga og heilt konkreta – Klaksvík undir Læknastríðnum í 1955 – og tíðarleysar, eksistentiellar spurningar og djúpar loynidómar. Eins og Jóanes Nielsen ger við søgugongd, karakterir og hendingar, verður alt vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar í pallmyndini hjá Edward Fuglø.

Leikarar eru Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Hans Tórgarð sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen, umframt Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen.

Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað "Aftaná undrið" eftir Jóanes Nielsen, "Kirsiberjagarðurin" eftir Tjekhov og "Breaking the Waves" eftir Lars von Trier.

Portrettið verður frumsýndur á Tjóðpallinum leygardagin 13. november. Hetta er fjórði leikurin hjá Jóanes Nielsen á Meiarínum. Hinir eru "Eitur nakað land Weekend?" (Gríma 2001), "Aftaná undrið" (Tjóðpallurin 2009) og "Havfrúgvin" (Tjóðpallurin 2016). 

placeholder
placeholder