Løgreglan var væl fyrireikað til Conference League-dystin millum HB og Brøndby í gjárkvøldið. Politistar úr Brøndby-økinum vóru komnir til Føroya og hildu saman við føroyska politiiðnum stýr uppá tropparnar.
Tríggir menn vóru í hóslag við løgregluna eftir dystin í gjár, men talan var ikki um gulklæddar hooligans. Tað vóru allir føroyingar.
Ein av tí grovara slagnum. Ein maður 30'unum spýtti og vísti longutong móti løgregluni. Sum skilst á vaktleiðaranum á politistøðini í morgun, hevur maðurin okkurt annað hangandi og tí skal ikki líka nógv til. Hann varð handtikin og situr í brummuni. Hann verður grundlógarhoyrdur í dag - væntandi seinnapartin.
Tveir aðrir menn - teir vóru í tjúgunum - fingu bót fyri brot á skilhaldsreglurnar. Hetta var fyri ikki at akta boðini frá løgregluni. Hjá tí eina kom tað so langt, at hann varð tikin við á politistøðina, tí hann ikki vildi upplýsa navn. Tá hann kom á støðina, broytti hann kortini meining, og varð tí leyslatin aftur.
Byrjaði tíðliga seinnapartin
Tað byrjaði annars alt í Glitnum og Irish Pub á Skálatrøð longu klokkan 15 seinnapartin í gjár. Brøndby-fjepparar, sum tilsamans vóru upp ímóti 500, hittust her, og løgreglan var mannsterk til staðar.
(Mynd: Sverri Egholm)
Alt gekk tó kortini friðarliga fyri seg.
- Teir markera seg sjálvandi við at teir eru í býnum. Teir syngja og vísa kulør, men annars var friðarligt tá, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Tað varð avtalað við teir áðrenn, at um teir uppførdu seg ordiligt, so fingu teir langan snór. Hetta alt í samráð við løgregluna frá Brøndby-økinum. Tann javnvágin riggaði fínt, upplýsir vaktleiðarin.
Um seks tíðina varð gingið niðan móti Tórsvølli. Eisini hetta gekk friðarliga fyri seg. Onkur helt, at tað minti um eina jarðarferð.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/24/890x590/1753376809k7zfdiyabh.webp)
Ein burturvístur av Tórsvølli
Nakrar reglugerðir mugu fylgjast á Tórsvølli, tá slík vitjan er, so tað ikki elvir til rok. Í einum føri var ein dani, sum tó ikki var Brøndby-fjeppari, burturvístur av økinum stutt inn í seinna hálvleik. Hann provokeraði Brøndby-fjeppararnar við einum bannrara ella líknandi. Um hetta var ein FCK-fjeppari ella hvat, sigur søgan einki um.
(Mynd: Sverri Egholm)
Tá dysturin varð liðugur vóru sum nevnt omanfyri, tríggir føroyingar tiknir fyri brot á ymsan hátt. Nakrir av donsku Brøndby-fjepparunum fóru oman aftur í Glitnir og Irish Pub og hildu til har, til tað stongdi um tvey tíðina í nátt.
Á veg oman móti býnum leyp onkur inn í onkran urtagarð, men tað var ikki nakað herverk ella rok annars. Tá skeinkistaðið stongdi uppstóð onkur støða, og ein maður varð burturvístur. Annars var friðarligt.
Flestu fjeppararnir fara av landinum í morgun, og løgreglan verður eisini til staðar á flogvøllinum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald