2025-08-31 11:37

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna, og úrslitið av hesum var, at tríggir bilførarar fingu bót, og ein fekk klipp í koyrikortið, upplýsir løgreglan.
Um middagsleitið í gjár var løgreglan í Kaldbaksbotni og gjørdi ferðmátingar, og har vórðu tríggir bilførarar, sum koyrdu ov skjótt.
Tveir koyrdu ávikavist 97 og 99 kilometrar um tíman og fingu bót, meðan triði bilførarin fekk klipp fyri at koyra yvir 105 kilometrar um tíman.
Seinni var løgreglan eisini á Havnavegnum, og har fekk ein bilførari bót fyri at koyra ímóti ferðsluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald