Ísrael fekk í gjár handað enn eitt lík av einum deyðum gísla úr Gaza.
Kanningar hava staðfest, at talan er um 73 ára gamla Meny Godard, sum varð dripin 7. oktober 2023, tá Hamas leyp á Ísrael.
Sambært Hamas varð líkið funnið í býnum Khan Younis í sunnara parti av Gazageiranum.
Líkið av Godard varð útflýggjað við hjálp frá Reyða Krossi sum liður í avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 10. oktober.
Tá avtalan kom í gildi vóru 48 gíslar av teimum 251, sum vórðu tiknir í 2023, eftir í Gazageiranum. Teir 20, sum enn vóru á lívi, vórðu leyslatnir stutt eftir, at vápnahvíldin kom í gildi.
Ísrael hevur funnist at Hamas fyri at vera ov leingi um at útflýggja deyðu gíslarnar. Hetta er, sambært Hamas, tí at tað tekur tíð at finna líkini millum toftirnar í krígsrakta geiranum.
Sambært Ritzau eru nú bert tríggir deyðir gíslar eftir í Gaza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald