Innanlands

Tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir í nátt

Ein var ávirkaður av rúsdrekka, meðan hinir báðir vóru ávirkaðir av rúsevnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-23 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarnáttin hevur sum heild verið friðarlig, upplýsir løgreglan. Men í nátt, tá løgreglan kannaði bilar, kom hon tó fram á tríggjar bilførarar, sum koyrdu ávirkaðir.

Tann eini varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, meðan hinir báðir vóru ávirkaðir av rúsevnum. Málini skulu kannast nærri, sigur vakthavandi á politistøðini.

Allir tríggir bilførarar vórðu tiknir í miðstaðarøkinum, verður upplýst. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder