Innanlands

Tríggir bilførarar koyrdu ov skjótt í gjár

Ein fekk klipp, og tveir fingu treytaða frádøming

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-19 08:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár tók løgreglan tríggjar bilførarar fyri at koyra ov skjótt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Beint fyri klokkan 14 varð ein bilførari tikin fyri at koyra 105 kilometrar um tíman millum Fuglafjørð og Norðragøtu, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.

Hetta fær bilførarin eina bót og klipp í koyrikortið fyri.

Løtu seinni vórðu tveir bilførarar tiknir við Norðasta Horn, har ferðin er niðursett til 60 kilometrar um tíman.

Bilførararnir koyrdu ávikavist 84 og 87 kilometrar um tíman, og fáa teir eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder