2025-11-25 08:12
Seinasta samdøgrið hevur løgreglan skrásett trý mál um bilar, sum hava koyrt ov skjótt.
Tveir vórðu tiknir á landsvgenum við Sandavág. Har koyrdu báðir bilarnir 105 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80, og tað fáa teir eitt klipp í koyrikortið fyri.
Triði bilførarin varð tikin á Havnavegnum. Hann varð skrivaður fyri at koyra 82 kilometrar um tíman.
Hóast hetta er uttanfyri bygt øki, er ferðin niðursett til 60 kilometrar um tíman, og tí fær bilførarin eina treytaða frádøming, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald