Innanlands

Tríggir bátar brúk fyri hjálp seinastu dagarnar

Tjaldrið, Brimil og Ziska sleipaðu útróðrarbátarnar til lands

Tjaldrið (Savnsmynd: KVF)

Tjaldrið (Savnsmynd: KVF)

2026-03-15 15:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tríggjar ferðir seinastu dagarnar eru fraboðanir komnar um útróðrarbátar, sum hava havt tørv á sleipi til lands, skrivar heimasíðan hjá Vørn.

Tíðliga leygarmorgunin fekk MRCC eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið maskintrupulleikar á Norðhavinum og hevði tørv á sleipi, og sleipaði Tjaldrið bátin á Eiði.

Fríggjadag seinnapart komu tvær fráboðanir frá útróðrarbátum, sum høvdu tørv á hjálp.

Stutt eftir klokkan 13 varð boðað frá, at ein bátur hevði maskintrupulleikar á Norðhavinum, og sleipaði Brimil bátin til lands.

Stutt áðrenn klokkan 18 varð aftur boðað frá, at ein bátur hevði maskintrupulleikar eystanfyri Føroyar. Ziska varð sendur at sleipa bátin á Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder