Innanlands

Triði hvør veljari peikar á Aksel sum løgmann

Veljarakanning: Ongin annar hóttir formann Javnaðarfloksins, tá spurt verður hvør skal vera løgmaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-04-30 12:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannesen hevur klárað uppgávu sína rímiliga væl, má sigast. Tað heldur veljarin í hvussu so er ífylgi kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin flaggdagin.

Meira enn triði hvør veljari peikar á sitandi løgmann, tá tey verða spurd: ”Hvør skal vera løgmaður”.

34,0 prosent peikaðu á Aksel V. Johannessen, og hetta er 3,6 prosentstig meira enn fyri einum mánaði síðani, tá 30,4 prosent peikaðu á sitandi løgmann. Hetta er eisini størsta undirtøkan, Aksel V. Johannessen, síðan Spyr.fo byrjaði at spyrja veljarar henda spurningin regluliga á hesum sinni. Í februar fekk løgmaður undirtøku frá 33,6 prosentum av veljarunum, sambært kanningini.

Hetta er eitt rættiliga stór tøl, tá hugsað verður um, at flokkur løgmans, Javnaðarflokkurin, ’einans’ fær 25,1 prosent av atkvøðunum.

Les eisini: Løgmansflokkurin gongur fram 

Fyri einum mánaði síðani var tað formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, sum fekk næststørstu undirtøku sum løgmaður, men nú er henda støða vend aftur, so Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins fær næststørstu undirtøku við 17,1 prosentum av atkvøðunum, ein framgongd á 0,8 prosentstig í mun til kanningina fyri einum mánaði síðani.

Bárður á Steig hinvegin missir undirtøku. Undirtøkan fyri honum er minkað við yvir 4 prosentstigum henda seinasta mánaðin úr 17,7 til 13,6 prosent.

Undirtøkan fyri Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, er støðug beint undir 12 prosent.

Fyri allar hesat tríggjar floksleiðararnar er støðan tann, at teirra støða sum løgmansevni er nógv veikari, enn atkvøðutalið fyri flokk teirra bendir á.

Sigast skal eisini, at í kanningini eru nógv, ið ikki hava peika á nakran av floksformonnunum sum løgmansvalevni. 16,5 prosent siga seg ynskja onkran annan og 16,3 prosent siga seg ikki vita.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder