Uttanlands

Trapputrin frá Eiffeltorninum seld fyri 3,4 milliónir

Ein partur av upprunaligu trappuni, sum hoyrdi til heimskenda tornið í París, varð hósdagin seldur á uppboðssølu

Partur av upprunaligu truppuni á Eiffeltorninum uttanfyri auktiónshús í París - november 2007 (Mynd: EPA)

Partur av upprunaligu truppuni á Eiffeltorninum uttanfyri auktiónshús í París - november 2007 (Mynd: EPA)

2026-05-25 16:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein partur av upprunaligu trappuni  Eiffeltorninum varð hósdagin seldur á uppboðssølu fyri 450.000 evrur í franska høvuðsstaðnum París. Í okkara krónum svarar upphæddin til 3,4 milliónir.

Keyparin var til staðar í auktiónshúsinum Artcurial, sum stóð fyri søluni, skrivar Ritzau.

Trappan, sum varð seld hósdagin var 2,7 metrar høg, vigaði 1,4 tons og hevði 14 trin. Trappan stavar frá 1889, tá tornið varð liðugt. 

Tilsamans 526 trin vórðu í 1983 skorin í smærri petti og seld, tá lyfta kom í staðin.

Í 2013 varð ein partur við 19 trinum seldur fyri 220.000 evrur - 1,6 milliónir, og í 2016 varð ein annar partur av trappuni seldur einum asiatiskum keypara. 14 trin vórðu seld fyri 523.800 evrur, sum svaraði til 3,9 milliónir krónur.

Partar av gomlu trappuni á Eiffeltorninum eisini eisini at finna á m.a. søvnum kring heimin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder