Uttanlands

Traktorar í hundraðtali á vegunum í Keypmannahavn og Aarhus

Bøndur mótmæla týningina av minkunum í Norðurjútlandi, sum stjórnin ikki hevði heimild til at seta í verk

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2020-11-21 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin savnast hundraðtals bøndur við traktorum í stórum mótmælum í Aarhus og í Keypmannahavn.

Tað er handfaringin av koronastøðuni, m.a. handfaringin av smittuni á norðurjútskum minkagørðum, sum hevur fingið bøndur at mótmæla.

Tað var eitt nýtt slag av koronasmittu, sum varð staðfest hjá minkum í Danmark, sum var orsøkin til, at stjórnin gav boð um, at allir minkarnir skuldu takast av døgum, nakað sum stjórnin ikki hevði heimild til.

Sambært løgregluni í Keypmannahavn væntar mann uml. 500 trakforar í høvuðsstaðnum. Sambært heimasíðuni hjá mótmælistiltakinum eru 850 traktorar tilsamans meldaðir til, skrivar Ritzau.

Teir fyrstu traktorarnir komu koyrandi í Keypmannahavn um klokkan níggju okkara tíð. Ein tíma seinni varð byrjað í Aarhus.

Danska løgreglan ávarar í hesum sambandi um, at ferðslan í økinum kann verða nógv ávirkað av hesum.

Ein av fyriskiparunum er ein bólkur, sum nevnir seg "Oprør fra Landet". Boðað varð frá mótmælinum í gjár, og loyvi er givið, sigur løgreglan.

[object Object]Í Keypmannahavn varð eisini koyrt framvið Christiansborg (Mynd: Scanpix)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder