Leygardagin vardi Tráin Petursson Nónklett ph.d.-ritgerð sína "Vitan og stríð og stríð um vitan, ein kanning av føroyskari fiskiveiðufyrisiting, fiski og fiskifrøðingum, 1950-1977".
Høvuðsvegleiðari var Erling Isholm, lektari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, og hjálparvegleiðari var Bo Fritzbøger, lektari á Keypmannahavnar Universiteti.
Dómsnevndin var mannað av Erlandi Viberg Joensen, lektara í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, sum var formaður, Guðna Thorlacius Jóhannesson, professara í søgu á Háskóla Íslands og Kåre Nolde Nielsen, sum er granskari og ph.d í samfelagsvísindum á Norges Arktiske Universitet.
Dómsnevndin helt, at Tráin hevði umfatandi empiriskt tilfar, og at hann hevur gjørt eitt stórt og tydningarmikið arbeiði viðvíkjandi fiskiveiðufyrisiting í praksis. Nevnt varð eisini, at úrslitini hjá Tráini eiga bæði at hava almennan og granskingarligan áhuga - eisini í grannalondum.
Hendan ph.d.-verkætlanin fevnir um tíðarskeiðið frá 1950 til 1977, og semja var um, at tíðarskeiðið eftir 1977 eisini eigur at verða granskað.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald