Innanlands

Tórshavnar Sløkkilið verður 85 ár 1. oktober

Stovningardagurin verður hildin leygardagin 6. oktober millum kl 12 og 18, tá opið verður á Brandstøðini

2018-09-25 15:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stovningardagurin verður hildin leygardagin 6. oktober millum kl 12 og 18, tá opið verður á Brandstøðini. Henda sama dagin halda nøkur starvsfólk starvsdagar og árstekn verða handað fyri 10 og 20 ára trúgva tænastu.

Klokkan 15 seinnapartin verður almenn løta, har Jógvan Arge fer at siga frá søguni um Tórshavnar Sløkkilið gjøgnum 85 ár.

Fólk eru vælkomin á gátt at kunna seg um ymisku uppgávurnar hjá Sløkkiliðnum, at síggja allar teir fínu bilarnar og ymsa útgerð á stóra savninum á Brandstøðini.

Og takið endiliga børnini við - væl ílatin - tí tey sleppa at spula við brandslangum, at sløkkja eld og at royna seg í einum roykfyltum rúmi.

Dyrnar lata upp fyri almenninginum klokkan 12, tá sløkkiliðsfólk fara at vísa runt. Klokkan 15 er móttøka og ein viti at fáa. Annika Olsen, bogarstjóri, fer at siga nøkur orð, árstekn verða handað og Jógvan Arge heldur røðu. Dyrnar lata aftur klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder