Innanlands

Tórshavnar Manskór summarkonsert í Hoyvíkar Kirkju

Leygardagin verður ókeypis konsert við Tórshavnar Manskóri

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-06-15 17:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 19. juni klokkan 17 hevur Tórshavnar Manskór konsert í Hoyvíkar Kirkju.

Kórið hevur, undir leiðslu av kórleiðarunum báðum, Bjarna Restorff og Kára Bæk, vant eina fjølbroytta og áhugaverda skrá við bæði kendum og minni kendum sangum – føroyskum og útlendskum.

Tórshavnar Manskór hevur tann framíhjárætt at hava fleiri dirigentar millum sangararnar, og nakrir av hesum fara eisini at stjórna sangum á konsertini.

Vanliga hevur kórið nógvar framførslur gjøgnum sangárið, men Corona hevur avmarkað hetta munandi. Tí gleðir kórið seg at enda sangárið 2020/21 við konsertini leygardagin.

Øll eru vælkomin til konsertina, men sjálvsagt verður atlit tikið til verandi koronustøðu í landinum, og tilmælini frá heilsumyndugleikunum verða fylgd.

Konsertin er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder