 
                
            Í Williamshúsi við Tinghúsvegin er sokallaða Fountainhúsið. 
Fountainhúsið er fyri fólk við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Fountainhúsið mennir førleikar og styrkir hjá fólkunum soleiðis, at tey aftur kunnu gerast virkin í gerandisdegnum, og talan er um eitt kærkomið arbeiðseelaterað tilboð til fólk við sálarligum avbjóðingum, skrivar Tórshavnar kommuna. 
Les eisini: Røkja Sloans hús og degns hús
Sum landsstýriskvinna fekk Annika Olsen játtað tvær milliónir til Fountainhúsið, og á figgjarnevndarfundi í Tórshavnar býráð fyri summarfrítíðina fekk borgarstjórin longt sáttmálan við Fountainhúsið fram til 31. desember 2023. Tað upplýsir kommunan á heimasíðu sínari.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald