Innanlands

Tórshavnar kommuna og Bústaðir stovna bústaðarfelag

Tórshavnar kommuna og Bústaðir stovna felagið til nýggju íbúðirnar, sum Bústaðir hava gjørt við Dalavegin í Havn – Kommunan setir 20 milliónir krónur í nýggja felagið

Upprunaliga ætlanin var, at hesar íbúðirnar á Dalavegnum skuldu vera lutaíbúðir (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Upprunaliga ætlanin var, at hesar íbúðirnar á Dalavegnum skuldu vera lutaíbúðir (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-12-05 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna og Bústaðir stovna felagið til nýggju íbúðirnar, sum Bústaðir hava gjørt við Dalavegin í Havn.

– Bústaðarfelagið er ein liður í ætlanini hjá hesi býráðssamgonguni um, at Tórshavnar kommuna skal vera ein rúmlig kommuna við bústaðarmøguleikum fyri øll. Tað er stórur tørvur á leigubústaðum, ikki minst inni í býnum, og tað ger tað átrokandi at fáa fleiri bústaðir. Við hesum bústaðarfelagnum fær kommunan ræði og ávirkan á eina verkætlan við 44 íbúðum, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Tórshavnar kommuna setir 20 milliónir krónur í nýggja bústaðarfelagið.

Sambært kommununi er hetta ætlað sum fyrsta verkætlan av fleiri hjá nýggja bústaðarfelagnum, og er hugsandi, at bústaðarfelagið seinni fer undir bygging av fleiri leiguíbúðum, serliga smærri og bíligari íbúðum.

– Hetta verður fyrsta almannagagnliga bústaðarfelag, sum verður stovnað í Føroyum, men hetta er væl kent í øðrum londum. Kommunan hevur eisini gjørt líknandi royndir, til dømis við Finsen, sum er ein væleydnað verkætlan, sigur Elsa Berg.

Uppskotið um at stovna almannagagnligt bústaðarfelag kemur fyri á býráðsfundi hjá Tórshavnar kommunu komandi hósdag, 11. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder