Innanlands

Tórshavnar kommuna: Nú kunnu grannaløg søkja um jólatræ til jóla

Freistin hjá grannaløgum at søkja um jólatræ og jólatræsfót er 5. november

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-10-20 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ár verða aftur størri jólatrø sett upp í bygdunum í Tórshavnar kommunu og øllum býarpartunum í Havn, og sum nakað nýtt kunnu eigarafeløg og grannaløg nú eisini søkja um at fáa eitt jólatræ og ein jólatræsfót at seta upp í grannalagnum til jóla.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Jólatrøini, sum grannaløgini kunnu bíleggja sær, eru umleið 2-3 metrar høg, og til ber at bíleggja grannalagnum jólatræ og jólatræsfót fram til 5. november 2021.

Meira kunning um, hvussu ber til at søkja, og hvørjar treytirnar eru, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder