
Mett verður, at Tórshavnar kommuna hevur nóg mikið av grind, og tí tók hon ikki av tilboðnum um at fáa burtur av stóru grindini, sum legði beinini í Fuglafirði í gjár, skrivar kommunan í fráboðan á torshavn.fo.
Les eisini: Tórshavnar kommuna fær ikki grind
– Tórshavnar kommuna fekk seint leygarkvøldið 13. september í boði at fáa burtur av stóru grindini, sum legði beinini í Fuglafirði sama dag. Eftir at umsitingin hevði umrøtt málið varð mælt frá at taka grind til Tórshavnar kommunu á hesum sinni, og borgarstjórin varð kunnaður um hetta.
– Fyri góðum trimum vikum síðan legði ein grind beinini í Sandagerði. Ein lítil grind, men framvegis eitt hálvt skinn í part til grindamenninar. Fyrr í summar hevur kommunan eisini fingið burtur av tveimum øðrum grindum í ávikavist Leynum og í Sundalagnum, sum nøkta tørvin hjá ellis- og røktarheimunum í kommununi, umframt at bygdirnar fyri vestan, Kollafjørður og Kaldbak fingu heimapartar.
Út frá hesum varð mett, at kommunan sum er hevur nóg mikið av grind, men at siga, at kommunan ikki er áhugað í at fáa grind, er skeivt, skrivar kommunan.
Fyrr í dag varð boðað frá, at tað var nóg mikið av grind í Fuglafirði, og at fólk kundu koma at fáa sær, um tey manglaðu grind. Tórshavnar kommuna sigur seg gleðast um, at fólk av sínum eintingum eru farin til Fuglafjarðar eftir grind, og fer hon í hesum sambandi at gera eitt øki vestast á Vónakeiini klárt, so fólk kunnu koma har við hvalunum at skera upp. Eisini ber til at koma við rovunum har eftirfylgjandi, um skorið verður upp aðrastaðni. Rovini verða síðani sleipað haðani til havs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald