
Tórshavnar kommuna hevur í fleiri umførum seinastu verið í samskifti við Barna- og útbúgvingarmálaráðið um frávik í næmingatalinum við innskrivingini í fyrsta flokk frá komandi skúlaári.
Hetta havan umsitingin og onnur verið í gongd við, orsakað av at fleiri foreldur - og býráðslimir - hava gjørt vart við óhepnu støðuna um, at ikki øll børn sleppa í skúla í nærumhvørvinum.
Serliga var tað ein trupulleiki á Argjum eftir innskrivingina: 48 børn vóru uppskriaði, men nú flokkarnir skulu niður á 22 næmingar í hvørjum, gekk tað ikki upp. Harvið sá tað út til, at fýra børn, búsitandi á Argjum, høvdu verið noydd at farið í skúla í Sankta Frans skúla. Har er eitt sonevnt "eyka spor".
Sí eisini: Djóni, livir tú upp til tíni egnu virðir?
Foreldur hava víst sína ónøgd, og tað er komið á borið hjá Djóna Nolsøe Joensen. Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum og fólk hansara hava nú gingið umsókn á møti. Hetta skrivar torshavn.fo.
- Tórshavnar kommuna hevur fingið svar frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, at umframt eyka sporið í Sankta Frans skúla, verður loyvi givið at innskriva 24 næmingar í hvønn flokk í fyrsta flokki í skúlunum hjá Tórshavnar kommunu skúlaárið 2025/2026 og 2026/2027, har tørvur og ynski er um hetta. Tórshavnar kommuna fer fyrst í komandi viku at viðgera svarið frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í tøttum samstarvi við partarnar.
Talan er harvið um gleðiboð fyri fleiri fólk. Hetta merkir millum annað, at øll 48 uppskrivaði á Argjum kunnu ganga í skúla saman í sínum nærumhvørvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald